KÍ fekk ein hart tiltrongdan sigur í Klaksvík í kvøld.
Høvuðsmaðurin handan 3-0 sigurin var sum so ofta Páll A. Klettskarð, sum skoraði tvey góð mál áðrenn hálvleiki eftir innlegg. Hetta avgjørdi í veruleikanum dystin, tí eftir hetta koyrdi KÍ sigurin trygt heim og Pætur Petersen staðfesti 3-0 sigurin í seinna hálvleiki.
Sigurin hjá KÍ ger, at føroyameistararnir hava 12 stig fyri seks umfør.